Um okkum

Eg eri ein mamma at 5 børnum, sum í august 2020 tók yvir plg.fo

Eg veit at tað er dýrt at vera ein barnafamilja. Samstundis sum børnini vaksa alt ov skjótt úr klæðunum.
Tí leggi eg stóra orku í at levera kvalitetsklæðir í lekrum design til prísir har øll kunnu vera við. Harvið fært tú okkurt fyri pengarnar og tú sleppur undan ringari samvitsku yvir at hava brúkt ov nógvar pengar uppá klæðir.
Vit leggja dent á at klæðini eru gjørd til glað og rokalig børn, samstundis sum tey eru smart. Tí eg veit at tað er týdningarmikið at klæðini geva rúm fyri spæli og rørslu.
Vit hava eitt breitt úrval av babyklæðum, gentuklæðum og dreingjaklæðum. Alt frá undirklæðum, blusum og buksum til sokkar og sokkabuksir.
Eg komi at arbeiða miðvíst ímóti at víðka um vøruúrvalið. Hava tit ynski ella okkurt hugskot eru tit meira enn vælkomin at seta tykkum í samband við meg á plg@outlook.com, facebook, ella instagram síðu okkara. 
PLAGG

Eivi Mouritsen