Handilstreytir
Útbering
Vøran verður send í seinasta lagið 2 gerandisdagar eftir keypið. Síðani verður vøran borin út til dyrnar við Posta. Væntast kann 1-5 gerandisdagar til tú hevur vøruna. Kostnaður er 69,- um vørurnar kosta undir 700,-. Ókeypis útbering um vørurnar kosta 700,- ella meir.
Umbýtingarrættur
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kanst tú gera við at senda pakkan aftur. Sendur tú vøruna vilja vit heita á teg at boða okkum frá á teldupost plagg@outlook.com. Peningurin verður fluttur aftur á tína konto fyrst komandi bankadag. Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur.
Reklamatión
Er feilur á vøruni verður tú biðin um at senda pakkan aftur, og heita vit á teg um at boða okkum frá á teldupost plagg@outlook.com Peningurin verður fluttur aftur á tína konto fyrst komandi bankadag.
Fyrivarni verður tikið fyri feilum
Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.
Gjalding
Tá vøran skal gjaldast ber til at brúka hesi gjaldskort:
* MasterCard
* Visa Electron
Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, útleypsdato og kontrolcifre. Hetta sær ongin og er púra trygt. Næst trýstir tú á "Complete order", og peningur verður tikin av tínari konto, og tú fært eina kvittan sendandi við teldupost/sms.
Eru ivamál ella hevur tú trupulleikar við at keypa á síðuni, send ein teldupost til plagg@outlook.com.