Persónsdátupolitikkur

Vit savna bara inn eyðmerkiligar (identificérbarar) persónsupplýsingar sum navn, bústað, telefonnummar ella teldupost, tá ið tú, av tær sjálvum, letur okkum hesar upplýsingar.

Plagg nýtir hesar upplýsingar fyri at avgreiða tína bílegging hjá okkum.

Allar upplýsingar, sum verða savnaðar inn, verða viðgjørdar í trúnaði og verða ikki latnar øðrum. Men upplýsingarnar kunnu verða nýttar av okkum, í virkishøpi, við tí fyri eyga at gera marknaðarkanningar og líknandi.

Upplýsingarnar verða viðgjørdar av einum uttanhýsis dátuviðgera, og nýtti gjaldsritbúnaðurin virkar eftir trygdarkrøvunum hjá tjóðarligum og altjóðaligum kortsamskipanum, sum verða nevnd PCI-standardur (Payment Card Industry Data Security Standard). Upplýsingar sendar millum okkum og dátuviðgeran verða bronglaðar í SSL (Secure Socket Layer).

Tú kanst fáa nærri upplýsingar um tær persónsupplýsingar, sum vit hava skrásett um teg, við at venda tær til okkara á plg@plg.fo.

Tú kanst til ein og vørja tíð fáa rættað møguligar skeivar upplýsingar um teg ella biðja okkum lata vera við at viðgera upplýsingar um teg.

Umbøn um innlit ella mótmæli fæst við at venda sær til: plg@plg.fo